Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur vann í harðari kapping við Norðing

Jákup Ósá

Sera spennandi kapping í Vestmanna hjá 10-mannaførum í dag.

Síðani Norðingur skifti bát, so er munurin minkaður, og tað gjørdi hann aftur í dag. Klaksvíkingur byrjaði betri, síðani var Norðingur frammanfyri, men eftir 200-300 metrar, so fór Klaksvíkingur framum og økti ein part fram móti málinum. Men munurin bleiv ongantíð størri enn so, at tað var spennandi allan vegin. Á málinum var Klaksvíkingur góðan skut frammanfyri Norðing. Sostatt er lagt upp til spennanandi róðrar restina av árinum, men Klaksvíkingur liggur nú sera væl fyri í at vinna FM, tí Klaksvíkingur er frammanfyri 4-1.

 

Myndir: KVF (Skíggjamyndir)