Við einum framúr róðri í undanvindinum í Vestmanna tryggjaði Klaksvíkingur sær sín fyrsta sigur í ár.
Klaksvíkingur leyp avstað frá byrjan og helt leiðsluna allan vegin á mál. Onkra løtu var hann eina bátslongd frammanfyri og aðrar tíðir hálva bátslongd. Harðasta kappingin kom frá Suðuroyingi, sum á málinum var knappa hálva bátslongd aftanfyri. Ormurin Langi hevði undan dagsins róðuri vunnið allar róðrarnar, men endaði í dag á 3. plássi. Róðurin kann síggjast hjá KVF HER
Úrslitið á Fjarðastevnu:
1. Klaksvíkingur
2. Suðuroyingur
3. Ormurin Langi
4. Havnarbáturin
5. Drekin Reyði




