Útvarpssteypið verður latið til besta kappróðrarbátin í árinum. Í ár var ikki neyðugt við dómsnevnd fyri at finna, hvør skuldi vinna hetta steypið. Tí tað var bara ein bátur sum vann allar róðrarnar, og tí kundi bara Klaksvíkingur vinna hetta steypið, sum løgmaður handar hvørja ólavsøku.
Niklas í Koltri steypið verður latið fyri vakrasta róðurin á ólavsøku, og tað steypið vann 6-mannafarið hjá kvinnum, Jarnbardur.
Á myndini fær bátsformaðurin, Brandur Kjølbro, Útvarpssteypið handað frá løgmanni á ólavsøku 2021.


