Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klárt til konsert í Varpinum

Dávur Winther

Føroya Symfoniorkestur riggar til – Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í dag kl. 16:00

Klárt verður til konsert kl 16 í dag til fulla manning á 60 tónleikarae, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri á Føroya Symfoniorkestri.

Hann sigur, at konsertin í Tórshavn var góð í gjár, men tey gleða seg nógv til konsertina í dag, tí bæði ljóðgóðskan í Varpinum og flyglið eru betri í Varpinum, metir hann.

Føroyskur solistur og komponistur á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri

Eftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov og síðani verk eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. 

Nýggjur dirigentur – Catherine Larsen-Maguire
Catherine er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Solistur: Aksel Remmel, flygil (FO) 
Nær: Sunnudagin, 15. mars kl. 16.00
Stað: Varpið
Kostnaður: 365 kr., lesandi 250 kr.

Vit hava nógv at gleða okkum til!

Varpið