Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Klárt til stórdystin á Djúpumýru í kvøld

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Norðlýsið var ein túr við vøllin á Djúpumýru fyri løtu síðani. Fyri okkum tóktist sum um fólkið aftanfyri rúgvusmiklu teknisku útgerðina, sum skal senda myndir frá dystinum ímilllum KÍ og Ferencvárosi úr Ungarn út í tað stóru verð er væl fyrireikað til arbeiðið. KVF fólkið hevði stundir at bjóða okkum inn í stóra bussin, ið er á tremur við móttøku og sendiútgerð. Hvat ein slíkur hevur kosta veit kanska ongin rættuliga, men eitt boð var onkustaðni ímillum 8 og 12 milliónir krónur. Gitt varð eisini, at um ein slíkur skuldi keypast við nýggjastu útgerðini liðugtgjørdur, so var ein prísur upp a 100 miljónur fyri bussin. Orsøkin til prísmunin skal eisini síggjast í at tekniska manningin hjá kringvarpinum hevur staðið fyri tí nógva av installatiónunum í bussinum.

Kringumstøðurnar við vøllin sýntust eisini at vera komnar í røttu leguna, í hvussu so er sást ongin hava serligan skund, nú um 4 tímar vóru til dystin, heldur var tað so at tey ymsu ábyrgdarfólkini gingu róðlig kring vøllin og kekkaðu um alt var sum tað skuldi.

Vár útgerð (Video Assistant Referee) verður eisini tøk til dystin, og tað sæst vit nýggjari “altan” á Atlantis og so við eini “Stillads” við eystaraenda á gamla skýlinum.

Kring vøllin er annars pakkað við lýsingum. Neyðugt hevur verið at flyta tær vanligu lýsingarnar fyri at geva pláss fyri nýggjum. Og ikki at gloyma upprópini við vøllin til okkara lið.

Koyr á KÍ!!!