Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Knívur á lofti í Klaksvík

Jóhann Lützen

Løgreglan hevur handtikið ein mann í Klaksvík fyri at hava hótt við knívi í nátt, upplýsir vakthavandi fyri Norðlýsinum

 

Kl. 04.30 í morgun fekk Løgreglan fráboðan um, at ein maður í Klaksvík var hóttur við knívi av einum øðrum manni. 

Kl. 14.00 í dag varð maðurin, sum hótti við knívinum handtikin. 

Maðurin sum hótti við knívinum er útlendingur.

Løgreglan fer nú undir avhoyringar og at tosa við løgfrøðing, hvat víðari skal henda í málinum, upplýsti vakthavandi fyri Norðlýsinum

 

Harleywoodpaint