Føroyska talvlandsliðið gjørdi ein ordans vørr í smálandakappingini á Malta fyrrapartin. Føroyar vunnnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini. Luksemburg hevur tvær ferðir vunnið smálandakappingina.
Allir á føroyska liðnum – Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol – vunnu. 15 ára gamli Luitjen var tann fyrsti, sum vann. Hann var tann einasti av føroysku telvarunum, sum hevði lægri styrkital enn mótstøðumaðurin.
Við hesum einastandandi úrsliti – og tepra sigrinum í gjár á Andorra, sum er styrkismett nummar tvey í kappingini – hava Føroyar fingið eina flúgvandi byrjan suðuri á Malta.


