Fólk í matstovuvinnuni eftirlýsa einum kokkaskúla, ið eisini er fyri kokkalærlingar í matstovuvinnuni.
Vit hava longu ein kokka – og matvøruskúla í Klaksvík, men kortini vera lærlingar í matstovuvinnuni send á skúla í Danmark
Tí eiga vit at menna skúlan í Klaksvík, so matstovuvinnan sleppur undan at senda lærlingar til Danmarkar.
Harumframt er Húsarhaldsskúlin eisini í Klaksvík, og til ber kanska hjá hesum skúlum at fáa gagn av hvør øðrum.
Møguleiki er longu nú at taka fleiri matvøruútbúgvingar í Klaksvík, og tí er ikki neyðugt við fleiri skúlum.
Ístaðin skulu vit menna verðandi skúla.




