Hóast luftrákið kemur úr landsynningi og suðuri í dag, so er tað nokkso kalt. Luftin hevur sín uppruna í Grønlandi, og har er nokkso kalt.
2 til 4 stig siga flestu veðurstøðirnar hjá Landsverki í morgun og lítlan vind, 1 til 5 m/s úr landsynningi. Tað er skýggjað og einki avfall nakrasteðs.
Og soleiðis fer at vera fyrrapartin í dag – tó okkurt ælið í støðum. Út á seinnapartin fer hann niður ímóti suðuri, og vindur veksu upp í 8 til 12 m/s. Eitt brúgvalag við regni norður við Føroyum seinnapartin. Tað regnar sunnanfjørðs um 4 tíðina, og um 6 tíðina er tað farið norðurum, og so er turt aftur.
Í nátt og morginári kemur hann úr útsynningi, 13 til 18 m/s saman við regni ella ælaveðri. Seinnapartin í morgin verður tað vestan, 5 til 10 m/s og ælaveður, men út á kvøldið útnyrðingur.



