Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kølið og ælaveður í dag

Hanus Kjølbro

Tað er aftur kølið veður í dag – ein streymur av luft heilt frá Norðpólinum rekur til okkara. Hitin í luftini við pólin er nøkur stig undir frostmarkinum, og hon er ornað upp í 5-6 stig, tá ið hon er komin til Føroya.

Hendan kalda høgættin fer at liggja til fríggjadagin. Tá verður eysturætt. Leygarmorgun útsynningur og regn. Soleiðis sær út í løtuni.

Í dag, meðan KÍ og EB/Streymar spæla í Klaksvík, er vindferðin um 5-8 m/s av landnyrðingi-norði – t.e. oman á vøllin úr Gerðum.

Ælingar komandi og farandi.

Hitin fer at liggja um 5-6 stig.

Við ynski um ein góð dyst – og koyr á KÍ!