Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kølið og turt í dag

Hanus Kjølbro

Tað er aftur í dag høgætt. Kølin luft av norði ella vesturhallum norði rekur inn yvir landið.

Høgættin er munandi betri í Suðurstreymi enn her, allar norðast í Føroyum (tað var júst tað øvugta síðsta sunnudag – tá sat undirritaði uttanfyri í stuttum buksum og skrivaði um veðrið!)

Luftin kemur av leiðunum eystan fyri Norðurgrønland, og tað fer hon eftir mongum at døma eisini alla vikuna, sum kemur.  

Soo…meðan dystur er í Vika á Argjum í dag ímillum AB og KÍ, fer vindferðin at liggja um 8 til 13 m/s úr útnyrðingi ella har á leið (tað er oman ígjøgnum Havnadal – so liðini fáa ein hálvleik í part við við- og undanvindi)

Tað hanga nokkso tung skýggj oman fyri okkum í dag, men tað eru og fara helst at vera onkrir glottar uppímillum tey og turt allan dystin.

Hitin fer at liggja um 4-5 stig, so minnist til at lata tykkum væl í – tit sum fara til dyst.

Góðan dyst, og koyr á KÍ.