Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom og Dansa

Jóhann Lützen

Komandi leygarkvøld 19 oktobur verður Dansifrøi karmur um eitt stórt dansikvøld, har allarhelst, føroya besti dansibands bólkur Hans Jacob & vinmenn fara á pallin

 
 
Teir eru kendir fyri at veruliga fáa lív í á dansigólvinum. Teir hava nógv egi tilfar og alt tað besta innan dansibands tónleik frá øðrum. Hetta eru alt sangir sum flestu Føroyingar kenna, læandi gullbrúnu eygu, tá country kom til Skopun, nú og so alt lívi og fleiri.  

Talan verður um eitt kvøld fyri tey vaksnu og tí er tað 25 ára aldursmark.

Fyri at tað skal verða gott pláss at dansa og at hugnin skal verða í hásati eru einans 450 atgongumerkir sett til sølu. 
Atgongumerkir fáast til keyps á atgongumerki.fo
 
Dyrnar lata upp kl 23.00 og dansa verður heilt til kl 03.45