Tað er ikki neyðugt at hava KT-útbúgving, fyri at luttaka!
Visti tú, at tú kanst taka data úr øllum hugsandi skipanum og fáa tey lýst og greinað í PowerBI?
At tú tá kanst síggja samanhangir nógv betur og týðiligari?
Summi siga, at við PowerBI, er tað sum at sita við sínum data í lógvanum og síggja tey í trimum dimensiónum.
Við PowerBI kanst tú gera tabellir og diagramm og samla alt í einari frágreiðing. Harafturat kanst tú menna tíni egnu dashboards, har visualiseringar frá ymiskum rapportum kunnu samlast, fyri at geva tað skjóta yvirlitið.
Alt hetta kann gerast, uttan at tú ert útbúgving innan KT. Ja, tú kanst faktiskt koma í gongd, uttan at skula koda eina einastu reglu!
Ein av teimum stóru fyrimunum við Power BI er, at visualiseringar eru interaktivar og kunnu brúkast til at filterera tey data, sum verða víst í øðrum visualiseringum.
Á skeiðinum, vísa vit tær, hvussu tú bindir PowerBI saman við einari røð av datakeldum, so tú kanst fara beinleiðis heim og arbeiða víðari við tínum egnu data.
Hevur tú í tínum arbeiði, tørv á at hava yvirlit yvir einari røð av data, eigur tú at hyggja nærri at hesum skeiðinum.
Skeiðið verður 3.-9. juni 2020





