Kurvabólturin í Klaksvík er byrjaður aftur og øll eru vælkomin til venjing – roynd sum óroynd.
Kurvabóltsfelagið Hávur hevur ikki ein tilmeldingardag, men øll hava møguleika at vera við til venjingar, áðrenn tey melda seg til.
Kvinnurnar venja í Kí-høllini:
Mánadag kl. 20:00-21:00
Hósdag kl. 20:30-22:30
Mennirnir venja í Kí-høllini:
Týsdag kl. 21:00-23:00
Fríggjadag kl. 19:30-21:00
Børn U12/U15 venja í fimleikarhøll 1:
Hósdag kl. 15:30-17:00
Venjingin hjá U12/U15 er fyri gentir og dreingir, niður til 10 ár.
Limagjaldi er:
Børn, 200kr
Vaksin, 500kr




