Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kom og royn stóra útitalvið niðri í Vági

Tíðindaskriv

Í samband við Virkið Vár verður møguleiki hjá børnum og vaksnum at telva á stóra talvborðinum niðri í Vági í morgin, leygardagin 15. mai, frá kl. 11.00 til 17.00. Talan er ikki um eina kapping, men talvborðið verður gjørt klárt og øll áhuga kunnu koma og royna seg.

Kl. 11.00 skipar Treysti somuleiðis fyri tiltakinum “Renn ella gakk”. Byrjað verður uttanfyri Norðoya Sparikassa, og runnið ella gingið verður 15 minuttir, áðrenn vent verður aftur til Norðoya Sparikassa.