Fríggjadagin 31.mai, hava vit okkara Kondibingo.
Vit eru í KFUM-&K, hóast umbygging. Túrarnir eru teir somu: út í Grøv, eftir gongubreytini, tó í ovaru síðu, út til P-økið við niðara kirkjugarð, og so heim aftur, oman ígjøgnum grøvina, eftir gamla veg heim í Gerðar. Eisini er ein “lættari” túrur, oman fram við skúlanum/Ósánna og runt “Lítla Eið”.
Vit fara at selja drekkamunn og okkurt leskiligt, í Skótahúsinum úti í Grøv (Útistova)
Vit byrja kl 18.30 (ikki kl 19.00, sum lýst í N.S.-skránni) so tú klárar bæði ein og tveir túrar runt, áðrenn Gekkurin byrjar uml kl 20.00!!
Vit halda áfram, so leingi, sum tit tíma
Nógvir góðir vinningar, eitt nú gevur full pláta: Bilett til Summarfestivalin ella gávukort til Handilsfelagiđ.
Plátan kostar 10kr stk.
Kom og stuðla, og fá ein góðan gongu-/renni-túr samstundis



