Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom við í Bjargamansdal

klaksvik.fo

Mánadagin 1. mai verður farið í Bjargamansdal saman við borgarstjóranum og Norðoya gongufelag. Hetta er fyrsta tiltakið á Virkið vár skránni.

 

Heitt verður á fólk um at vera í góðum skóm og at hava mat og drekka við. Rani Nolsøe hevur gittarina við, so lagt er upp til eina hugnaliga løtu, tá ið komið verður fram til húsini í Bjargamansdali, sum feðgarnir Esmund Løwe Sørensen og Hendrik Sørensen eiga.

Møtt verður kl. 17:00 á Núpinum sunnan fyri Norðoyri, men gott hevði verið, um fólk boða frá luttøku á facebook-síðuni hjá Norðoya gongufelag. Túrurin væntast at taka 4-5 tímar.

 
Nógv tilboð alla vikuna

Nøkur átøk eru galdandi hvønn dag alla hesa vikuna. Eitt nú hevur Fullpower boðað frá, at tey hava ókeypis venjingar alla vikuna. Harumframt bjóða tey øllum, ið melda seg sum lim í komandi viku, at fáa fyrsta mánaðin ókeypis. Til ber at melda seg sum lim her: Ókeypis hald í Fullpower.

Ruddingardagar eru eisini á skránni alla vikuna, umframt tilboðið at fara út í náttúruna at skanna QR-lyklar, ið síðan geva eina góða lýsing av læknastríðnum. Tú fylgir eini slóð, sum tekur teg ígjøgnum søguna og hendingarnar í læknastríðnum, sum verður søgd í nýggjum hami, og sum kann síggjast og hoyrast umvegis QR-lyklar, ymsa staðir í býnum.

Í hesum sambandi er gjørdur ein faldari, sum fæst á Kunningarstovuni, í Miðlan og á Fornminnasavninum. Í faldaranum verður greitt frá hvar QR-lyklarnir eru at finna.

Til ber eisini at síggja faldaran her: Læknastríðið