Á býráðsfundinum í kvøld verður m.a. eitt innandura spæliland og staðseting av hesum viðgjørt.
Dagurin er væl valdur, nú tað hevur regna av grimd størsta partin av degnum. Klaksvíkar býráð hevur keypt eina høll, sum skal brúkast til eitt innandura spæliland. Kostnaður fyri sjálva høllina er 6 mió. krónur. Mælt verður til at innandura spælilandi verður staðsett sunnanfyri svimjihøllina.
Millum hini málini er fyrra viðgerð av framflytingum og tískil kann væntast eitt fitt orðaskifti í býráðssalinum í kvøld.
Fundurin er almennur, byrjar kl. 17.30 og kann stroymast her




