Norðlýsið spurdi Marius Dam, formann í Kommunulæknafelag Føroya, um felagið hevði viðgjørt ætlanirnar hjá Heilsumálaráðnum at flyta Kommunlækna viðtaluna í Klaksvík inn á Norðoya Røtarheim. Hann váttar at nevndin hevur viðgjørt málið og ein samd nevnd mælir staðiliga frá at gjøgnumføra ætlanirnar.
um
– Heilsumálaráðið hevur biðið Kommunulæknafelagið um hoyringsskriv í samband við ætlanirnar hjá Landsstýriskvinnuni at flyta kommunulækna viðtaluna í miðbýnum í Klaksvík út á Norðoya Røktarheim.
– Í brævinum sum vit hava sent landsstýriskvinnuni mæla vit harðliga frá, at Heilsumiðstøðin við Sandin verður flutt til Miðstovu á Klaksvíkar sjúkrahúsi
– Vit í kommunulækna felagnum eru ikki sørt skelkaði um, at arbeitt verður við ætlanum, at flyta úr góðu hølunum í miðbýnum inn í ein gamlan bygning, ið als ikki er gjørdur til nútíðar kommunulækna virksemi.
– Hvørki kommunulæknarnir í Norðoyggjum ella Kommunulæknafelag Føroya eru spurdir til ráðs. Hetta meta vit verða sera óheppi.
– Vit meta at ætlanin er spill av almennum peningi.
– Ætlaða flytingin og umbyggingin er kostnaðarmikil og púra óneyðug, sigur formaðurin í Kommunulækna felagnum, Marius Dam, í stuttari viðmerking í kvøld.




