Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kommunulæknar á ”Ellisheim”

Absalon í Buð

Ein undrast ofta, tá politikarar royna at verja sínar avgerðir, og koma við niðurstøðum, ið skulu undirbyggja avgerðirnar.

Hoyrdi Siri Stenberg í D.V. 29/1 2018. Har hon skuldi verja avtaluna Landsstýri hevði gjørt við ”hesta meklaran” í Klaksvíkar býráð , og keypt fyri 15 millónir í rossum frá honum.

Niðurstøðan: Kommunulækna trupulleikin í Norðoyggjum, hevði langt síðani verður loystur. Um allir kommunulæknarnir, fyri langari  tíð síðani, vóru fluttir á  ”Ellisheimið”

Hví hundan hava tit ikki sett hetta geniala hugskot í verk aðrastaðni,har trupulleikarnir eru enn størri?? T.d. Flutt allar kommunulæknarnar í suður Sreymoy, út á ”Ellisheimið”??

Ella hví hava tit ikki loyst trupulleikan í suður Streymoy, við at leggja alla kommunulæknaskipana inn í tað veldugu útbyggjana av landssjúkrahúsinum?

Um loysnin er, at loysa kommunulækna trupulleikan. Við at flyta læknarnar á ”Ellisheimini”. So haldi eg frúgvin Siri Stenberg. Skal byrja onkra aðrastaðni, enn í Norðoyggjum.