Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kommunustjórin heldur fram

Klaksvíkar Býráð

Á eykabýráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at leingja starvssáttmálan við Tummas T. Eliasen, kommunustjóra.

Leingingin ber við sær, at kommunustjórin heldur fram til 30. juni 2021, og at søkt verður eftir nýggjum kommunustjóra í februar 2021. 

Tummas T. Eliasen hevur verið kommunustjóri seinastu 5 árini.