Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunuval fyri durum

Oliver Joensen

Høvuðsstaðarpressan hevur rættuliga brynjað seg til valstríðið, sum longu nú hevur tikið seg upp um sessirnar í ymsu- bý og bygdastýrunum.

Tað er ikki við mýkindum at farið verður fram. Kringvarpið heldur at HB átti dystin ímóti KÍ, alt verður tveitt á sjógv fyri at hava ávirkan í høvuðsstaðnum og min sann um ikki eisini Sosialurin hevur fingið sær ein blaðstjóra afturat og hevur funnið út av, at onkur hevur fingið sex fyri rúsevni. Sum um tað hevur verið ókent fyri fólk. Onkur hevur helst fingið sex fyri minni enn tað. Sum prædikarin sigur: Onki er nýtt undir sólini.

Norðlýsið fer sjálvsagt eisini at brynja seg til valstríið. Vit vóru fyrsti miðil í landinum, ið á sinni fór undir at taka gjald fyri innsent politiskt tilfar. Hetta gjørdu vit orsakað av at vit fingu eina sera stóra rúgvu av slíkum tilfari upp undir valini. 

Orsøkin var allar helst tá, at politisku flokkarnir áttu hvør sítt blað, Sosialin, Dimmu, 14. September, Tingakross og Dagblaðið. Júst tí hildu nógv valevni til fólkating, løgting og til býráð, at tað var kærkomið at senda slíkt tilfar til Norðlýsið, tí tað vóru fyri nógv størsta partin tey flokstrúgvu, ið lósu politisku bløðini.

Hetta hevði við sær, at Norðlýsið fekk politiskt tilfar til fleiri síður frá langt frammanundan vali og til valið var av, og vit høvdu altso ikki ráð til at gjalda fyri hesa ógvusligu útbreiðslu. Tí valdu vit tá at seta gjald á politiskt tilfar.

Hinvegin, so hava vit ikki gjørt nakað við at seta gjald á politiskt tilfar til býráðsval. Hvussu verður við tí á hesum sinni hava vit ikki enn tikið støðu til.

Vit umhugsa støðuna og fara í vikuni at koma út við hvussu Norðlýsið kemur út hetta til valið.

Umhugsað verður at ganga nýggjar leiðir og møguliga at taka annan tátt upp. Men sjálvandi, peningur skal til, og tann spurningin arbeiða vit eisini við í løtuni.

Norðlýsið hevur áhaldandi gjørt vart við, at tað at Føroyar gjørdust eitt valdømi til løgtingið er ein katastrofa fyri okkum, ið búgva uttanfyri høvuðsstaðin. Orsøkin er sera einføld: Í dag kunnu vit ikki vera trygg við at okkara valdu politikarar arbeiða heilhjartaðir fyri okkara økjum.

Hví er tað so? Jú av teirri einfaldu orsøk, at í dag skal ein, ið ætlar sær inn á ting eisini sleiska seg inn á høvuðsstaðarøkið, tí bara at fáa lokalar atkvøður er sum vera man ov lítið. Tí fáa vit nýggjar politikarar, ið vit í økjum uttanfyri høvuðsstaðin ikki heilt kunnu rokna sum okkara egnu. 

Men til kommunuval er støðan ein onnur. Nú vit hava Føroyar sum eitt valdømi til løgtingið og lokalu røddirnar í tinginum eru viknaðar, so er umráðandi at vit fáa sterkar politikarar inn í kommunurnar, so okkara politikarar har ífrá kunnu “tala Rom ímóti”.

At byggja undir, at vit fáa teir bestu politikararnir inn í býarstýrini, fer Norðlýsið helst at ganga nýggjar leiðir, um so er, at tað, sum liggur í stoypiskoyðini  verður veruleiki. 

Vit fáa at síggja um skamma stund.

Oliver