Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Konsert í Fuglafjarða Kirkju

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 3. oktober skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli saman við Fuglafjarðar Sangkóri fyri konsert í kirkjuni í Fuglafirði.

Ymiskur tónleikur, klassiskur og føroyskur, verður framførdur á blokkfloytur, klaver, violinir, klarinettir og cello. Kórið, undir leiðslu av Heðin Kambsdal, framførir m.a. Ave verum av Mozart, saman við strúkarum.

Konsertin byrjar kl. 19.30, øll eru hjartaliga vælkomin