Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Konsert í Leirvíkar kirkju

Jóhann Lützen

Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, fara at framføra í Leirvíkar kirkju , mikudagin 27. apríl 2022  kl.20.

Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands. Í mai í ár fara  tey á konsertferð til Sveis. Hetta er aðru ferð, at tey vitja í Sveis.

Tey bæði, Monika og Ólavur, hava lagt seg eftir, at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, William Heinesen, Jens Christian Svabo, brellbita av ungverskum Czardas og so okkurt forkunnugt úr Sveis, heimlandinum hjá Moniku

Ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga vælkomin.