Hvørt fríggjakvøld kl. 20.30 er ungdómsmøti (SDG-ung) í Soli Deo Gloria.
Fríggjakvøldið 29. mai verður skipað fyri einum øðrvísi og spennandi kvøldi við ikki færri enn trimum framførslum í sambandi við Norðoyastevnuna.
Øll eru vælkomin – ung sum vaksin – og tað er ókeypis atgongd.
Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:
Kl. 20.00: Dyrnar lata upp
Frá kl. 20.30 og út á kvøldið:
- Regin Arnason Jensen
- Andakt – Hallgerð Akurstein
- Jóhanna Sámalsdóttir
- Hans F. Christiansen
- Kaffi og kaka



