Tað er í kvøld kl 21 at Tónleikafelagið í Klaksvík hevur konsert í Spaniastovu. Tað er eisini í kvøld at nýggja navnið hjá felagnum verður avdúka av Signhild Johannesen, Forkvinna í Mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.
Á konsertini verður møguleiki at hoyra nýggjan og góðan kendan tónleik frá tónleikarum úr Klaksvík.
Luttakarar á konsertini eru hesi, sum millum ár og dag hava sett Klaksvík á tónleikaliga heimskortið:
Páll Sólstein, Rani Nolsøe, Daisy Johannesen Lolk, Jón Mørkøre, Leivur Vitalis, Ingibjørg Hansen, Eyðun Ranason Nolsøe, Oddur Joensen, Andrias Joensen, Asta Højgaard, Páll Brim Joensen, Herborg Hansen, Hanus G Johansen, Jákup Bernhard Brim og gestatónleikari er Rick Hauchman, North Carolina.
Konsertin verður m.a. hildin í samband við navnakappingina, ið felagið skipaði fyri fyrr í mánaðinum, og verður vinnarin og nýggja navnið kunngjørt í kvøld.
Atgongumerki á 100 kr. kunnu keypast við dyrnar.



