Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Konsert við Bárður Johannesen

Spaniastova

Tónleikaliga háaktuelli Bárður Johannesen, sum sendi nýggja staklagi Sophie út á tónleikamarknaðin um hálvan des. í fjør, spælir fyri fyrstu fer í Spaniastovu leygarkvøldið 25.januar kl 22.
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á www.atgongumerki.fo ella við dyrnar frá kl 2130.

Bárður Johannesen, klaverleikari úr Tórshavn, hevur drúgvar royndir á palli bæði í Føroyum og í Danmark. Við sær í tónleikaskjáttuni hevur hann eisini eina útbúgving innan rytmiskan tónleik frá 2002. Tónleikaliga barlastin og frálíku tónleikaligu evnir hansara bæði einsamallur ápalli og í tónleikabólkum, eru orsøk til at hann er heiðraður, virðisløntur og viðurkendur sum tónleikari.

Aftaná fyrstu útgávu síni útgávuna Ancient Forgotten Stories, 2010, var Bárður í 2011 útnevndur til Ársins besti tónlistamaður av Chartbase – størsta sjálvstøðuga tónleika- og hitlista-síða í DK.
Sama ári var hann eisini vinnari av Great Song Contest of Amnesti International við sanginumVerð fyri øll  og The Great American Song Contest við Gamle legender eitt sangur fyri ljóðfør.

Sopie er fyrsta staklag hansara síðani Stars and Oceans, 2015, sum Bárður eisini fekk góð skoðsmál  fyri.  Og nú Bárður JOhannesen skal framføra sín tónleik í Spaniastovu á fyrsta sinni, er nýggja staklagið Sophie, eitt av ferskastu og mest spældu løgum í Føroyum seinasta mánan.

Við sær á pall hevur Bárður Johannesen úrmælingarnar Brandur Jacobsen, slagverk, og Eyðun E. Johannesen, bas.
Konsertin byrjar stundislga kl 22 og dyrnar lata upp kl 2130.