Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Konsert við Crescendo í Christianskirkjuni

Tekst og myndir: Dávur Winther

Kenda kvinnukórið úr Horsens, Crescendo hevði eina frálíka konsert í Christianskirkjuni í kvøld.

Helst hevur verið í so nógv á skrá við m.a. fótbólti í bestu deildini, men tey sum høvdu leitað sær í kirkjuna í kvøld, fingu eina frálíka konsert.

Skráin til konsertina var samansett av kirkjuligum tónleiki – ein partur knýttur at Kristi himmalferð, umframt ein partur við donskum og føroyskum sangum.

I Danmark er jeg født av H. C Andersen, Mítt minsta land av Anniku og Gunnar Hoydal, sum Bente Lund Degn, kórleiðari hevði útsett sera beinrakið fyri kór.

– Ein frálík konsert við stórari breidd, dygd og góðum sangoyrum. Og sum altíð ber kirkjan ljóðið væl uppi.