Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Konsert við Göteborg Oboekvartett

Jóhann Lützen

Einasta obokvartett í Norðurlondum vitjar í Føroyum.

 

3. mars kl. 16 verður konsert við Göteborg Oboekvartett í Norðurlandahúsinum. Konsertin er ókeypis.

 

Tónleikurin, sum verður spældur á konsertini, er skrivaður av tónasmiðunum Alvi Joensen, Erik Valdemar Sköld og Veronika Kroell Voetmann. Tey, sum spæla í Göteborg Oboekvartett, eru Line Rønn Ingvardsen (obo), Orlaith McHugh (violin), Liam Redmond (viola) og Giacomo Torlontano (cello). Verkætlanin, sum tey hava arbeitt við, eitur “Friður á foldum – nýggjur norðurlendskur tónleikur fyri obokvartett”. Verkið tekur støði í tónleikaverkinum Phantasy Quartet eftir bretska tónaskaldið Benjamin Britten og hansara ummæli sum friðarhugsjónarfólk.