Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við The Purple Hulls og Blátt Gras

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið 27 mai kl 20, verður sera áhugaverd konsert í Kelduni, Skálafirði, við tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark eisini kallaðar The Purple Hulls og Blátt Gras

 

The Purple Hulls spæla country/bluegrass í heimsklassa.

Tær koma frá Texas, har tær útfolda sínar tónlistaligu evnir. Tær ferðast nógv í USA, men gera eisini túrar til Europa.
Tær elska Føroyar og føroyingar. Seinast tær vóru her, blivu tær bergtiknar av okkara náttúru og fólki, at tær avgjørdu longu tá, at tær vildu koma aftur skjótast gjørligt og tað bleiv so nú.
Tá ið man upplivir tær á palli, kann man gott siga at hesar báðar, eru skaptar til at gera og spæla tónleik saman.
Tær eru ómetaliga dugnaligar, tær spæla nærum øll ljóðføri. So hetta eru tvey multitalent sum fyri aðru ferð koma til Føroya at hava konsert  í Kelduni 27 mai.

Hesaferð vera eisini okkara egnu Blátt Gras við á konsertini. Vit kenna øll hesar frísku fýrarnar úr Vágunum, teir spreiða gleði, við teirra smittandi tónleiki og glaða boðskapi.

 

Hevur tú hug at hoyra country – bluegrass, í heimsklassa,  live, so er at møta upp í Kelduni, Skálafirði, sunnukvøldið 27 mai  kl 20.
Atgongumerki á 150,00 kunnu keypast  við dyrnar 1 tíma undan konsertina.