Myndin er tikin inni í vaktarrúminum ella kontórinum á Stongunum, sum var sjálvt hjartað í útróðarumhvørvinum har. Menninir eru Sankey Viðstein, sum arbeiddi á heilsøluna hjá Kjølbro, og Jóan Jakku Andreasen, sum var vaktarmaður í nógv ár saman við fleiri øðrum.
Kontórið var lítið á vavi, men tað var eitt savningarstað hjá øllum teimum, sum arbeiddu á Stongunum, men eisini hjá so nógvum øðrum. Har var eitt øgiligt “rennarí” alt samdøgrið, tí har komu fólk, sum skuldu keypa agn og bensin, men eisini øll tey sum vildu hava at vita, hvussu nógv útróðrarbátarnir høvdu fiskað. Á kontórinum var fiskaríið hjá øllum bátunum skrivað á eini lista, so har var eitt fullfíggjað yvirlit yvir fiskiskapin hjá hvørjum einstøkum báti.
Á kontórinum var ikki nógv fín útgerð, men har var eitt radio, sum var tendrað alt samdøgrið. Har komu útróðrarmenninir fyri at vita, hvat normaðurin og danskarin søgdu um veðrið, áðrenn teir loystu frá landi.
Eftir álmanakkanum, sum hongur á vegginum, er myndin tikin í 1986.



