Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 5.juni, verður tiltak um kópakonuna. Tiltakið verður í Skálanum kl.20.00. Á skránni verða tríggir stuttir fyrilestrar. Fyrsti fyrilesturin ber heitið “ Mikladalur, søga og søgn. Tað er Eyðun Eliasen, uppvaksin í Mikladali og búsitandi á Trøllanesi, sum hevur fyrilesturin.

Annar fyrilesturin er um kópakonusagnir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hesin fyrilesturin kallast “ Kópakonan í alheimsligum samanhangi”. Fyrilestrahaldari er Enna Garðshorn Mikkelsen. Enna Garðshorn Mikkelsen er etnologur og rithøvundur og hevur m.a skrivað bókina “Sælkvinden – en sælsom fortælling”, sum í hesum døgum verður umsett til føroyskt og enskt.
Triði fyrilesturin er um Kvívíks Jógvan, ið yrkti kvæði um kópakonuna. Tað verður Jógvan Ravnsfjall, ið kemur at siga frá um kvæðayrkjaran.
Eftir fyrilestrarnar verður farið uppá gólv saman við Klaksvíkar Dansifelag at kvøða Kópakvæði. Jóngerð Midjord skipar. Tá tiltakið endar, verður almennur føroyskur dansur í Skálanum. Fleiri dansifeløg koma í dansin á Norðoyarstevnu, so talan verður uttan iva um góðan føroykan dans.