Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kørini komin uppá pláss

Jákup Ósá

Í gjár komu kørini upp at standa, har ymisku fiskarnir koma at vera í komandi vikuna.

Hetta er ein fastur táttur á Sjómannadegnum. Kørini plaga at vera væl umtókt hjá børnunum, sum síggja nógv ymisk fiskasløg á lættan hátt. Myndirnar eru frá í gjár, tá kørini blivu sett upp í Klaksvíksgarðinum, har mongu tiltøkini á Sjómannadegnum vera í ár.