Lógaruppskotið um yvirtøkuna var til 2. viðgerð í Løgtinginum í dag.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kort-og landmátingarmálum fegnast stórliga í dag, nú hesin myndugleikin er yvirtikin í dag. Fyrr í ár vóru eisini yvirtøkur á økinum hjá Sirið Stenberg, tá familju og arvaraætturin varð yvirtikin á Ólavsøku.
Sirið Steinberg skrivar soleiðis á sínum facebook vanga:
Fyri løtu síðan samtykti løgtingið við stórum meirluta yvirtøkuna. Yvirtøkan hevur stóran tydning fyri okkum sum tjóð. Kortdátur eru partur av okkara grunddátum og hava stóran tydning eitt nú í kommunum.
Hóast landið er lítið er sjóøkið stórt. Og vit eru siglandi tjóð. Tí er av alstórum tydningi at hava fult ræði á sjókortum eisini.
Hetta hevur verið eitt sera spennandi arbeiði at staðið fyri, og eg ivist onga løtu í, at tað fer at byggja førleikar upp i Føroyum.




