Skjótt 80 ára gamli Norðsøki loysti av Klaksvík í gjárkvøldið um áttatíðina og legði kós ímóti íslandsmiðunum. Hetta er annar túrurin í ár, at teir fara vestur um hav á snelluveiðu. Seinasta túr komu teir aftur við 66.000 pundum.
Fimm mans eru við Norðsøka, skipari er Heri Vang. Heri segði í gjárkvøldið, at teir rokna einar 30 tímar til teir kunnu koyra snellurnar út har yviri, um alt gongst eftir ætlan. Eftir tí eru teir á veiðuleið um miðnáttarleitið í kvøld.
Vit ynskja teimum góðan túr. Norðsøki er elsta føroyska fiskiskipið, ið enn er í drivt.

























