Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kósin besta úrslit nakrantíð

Jóhann Lützen

Kósa-samtakið hevði eitt framúr gott ár í 2025 og kann vísa á besta úrslit í søgu felagsins.

 

Góður fiskiskapur og hækkandi marknaðarprísir hava givið bæði móðurfelagnum og samtakinum eitt munandi betri úrslit enn undanfarna ár.

 

Stór framgongd í úrslitinum

Nettosølan vaks frá 330 milliónum krónum upp í 447 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt vaks úr 3,6 milliónum krónum í 2024 upp í 37,9 milliónir krónur í 2025, harav beinleiðis parturin hjá Kósini var 32,9 milliónir krónur eftir at minnilutapartar eru frátrektir.

Úrslitið hjá sjálvum Kósavirkinum var beint omanfyri 20 milliónir kr. eftir skatt í mun til umleið 0,4 milliónir kr. í 2024.

Leiðslan staðfestir, at úrslitið er sera nøktandi og betri enn væntað.

Lønarútgjaldingar fóru úr 113,4 milliónum krónum upp í 163,7 milliónir krónur.

 

Kósin eigur P/F GPS og P/F Northern Fish Cold Storage, umframt part í Klakki, Jákup B, Pison og Polarstjørnuni.