Krákan fekk sær eitt sera gott pláss, hon setti seg á trýkantin á KÍ málinum og sat har til dysturin varð liðugur
KÍ vann 4-0 í gjár móti 07Vestur. KÍ myndaði dystin og her ein søga um hvussu dominerandi KÍ var.
Ein kráka kom spankulerandi og setti seg spent millum KÍ viðhaldsfólkini, at hyggja eftir dystinum millum KÍ og 07 Vestur.
Men skjótt byrjaði hon at geispa, tí har hendi onki í málteiginum hjá KÍ – og so legði hon seg bara omaná annan trýkantin á málinum hjá KÍ – og har bleiv hon sitandi, til dysturin varð liðugur.






