Klaksvíkar Róðrarfelag hevur sett Magnus Norðberg sum venjara fyri kappróðrarárið 2021.
KRF skrivar:
Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at allar okkara manningar fáa dygdargóðar venjingar, og tí fegnast vit um, at Magnus tekur eitt ár afturat í felagnum sum venjari. Longu nú er nógv virksemi í neystinum, og vit gleða okkum til seinni í vár, tá ið vit aftur fara at síggja bátarnir hjá KRF venja á vágni.
Vit vænta eitt spennandi, stuttligt og gevandi kappróðrarár í 2021.️ Koyr á KRF️!


