Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið við á Mentanarnáttini

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Kringvarpið hevði opið hús á Mentanarnáttini og sluppu vit runt í húsinum. Eisini heilsaðu vit uppá “kendu røddirnar” í húsinum. Jógvan Arge og Tórður Mikkelsen gingu við skiftandi bólkum runt um í húsinum.

Tá ið vit vóru framvið, varð síðsta hond løgd á útvarpstíðindini kl. 18, sum Sigrun Brend skuldi lesa, meðan Jón Brian Hvidtfeldt var redaktørur. Vóru eisini við tá ið sent varð og sóu samspælið millum útvarpsvertin og redaktørin, sum sat í teknikrúminum, saman við Kára Annan Berg, sum var teknikari.

Eisini heilsaðu vit uppá Finnur Koba, Boga Godtfred, Leivur Frederiksen, Dia Midjord o.o.

Síðani sóu vit Savnsgullið, har alt, sum kringvarpið eigur av sendingum, verður talgilt. Talan er m.a. um 26.000 bond, sum skulu lesast yvir og eru nú lisin eini 5.000. Mest tíðarkrevjandi í hesum sambandi er tó eitt skilagott skrásetingararbeiði, so tilfarið er lætt atkomiligt.

Nógvur upplisin tekstur verður eisini talgildur og er nógv arbeiði av tí, tí at kalla hvørt einasta orð skal eftirhyggjast. Eisini er upphavsrættur eitt týdningarmikið mál í hesum sambandi, sum skal handfarast væl. Tað er Mass Hoydal, sum hevur ábyrgdina av Savnsgullinum.

Kringvarpið hevði eisini Morgunkórið og barnasendingar á skránni, sum gestir á Mentanarnáttini kundu njóta beinleiðis – ella live, sum sagt verður á útvarpsmáli.