Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristian Olsen: Stóran týdning at vinna dystin

Jákup Ósá

Eitt av KÍ-viðhaldsfólkunum, sum verður í San Marino í kvøld, er Kristian Olsen.

Kristian var staddur á strondini í Rimini í Italia, sum liggur beint við San Marino, tá Norðlýsið hitti hann í morgun. Hann væntar ikki, at Tre Fiori kann skapa spenning í dystin, sum í Føroyum endaði 5-1 til KÍ.

– Eg vænti, at KÍ vinnur 2- ella 3-0. Hitin kann spæla inn og har vera Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic týdningarmiklir. Tað hevur stóran týdning at vinna hendan dystin. Bæði fyri føroyskan fótbólt, sum stríðist fyri at varðveita fýra pláss í Europa og KÍ, sum kann bróta múrin við ongan útidyst at hava vunnið í Europa, sigur ein bjartskygdur Kristian Olsen.

 

Hita upp í San Marino

Við KÍ eru eini 20 viðhaldsfólk. Tey búgva í Rimini. Men upphitingin verður í San Marino.

– Vit fara saman við bussi til San Marino kl. 15.00 føroyska tíð og so verður upphiting í San Marino. Tá sleppa vit eisini at uppliva San Marino í nakrar tímar fram til dystin, sum byrjar kl. 19.45 føroyska tíð, sigur Kristian Olsen at enda.

Harleywoodpaint