Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kristin clearað við Magna Laksáfoss

Jóhann Lützen

– Sambandsflokkurin er liðugur í Norðoyggjum um tað vísur seg at clear’að verður við samgonguna í dag, upplýsir álítandi kelda í sambandsumhvørvinum í Klaksvík

Fiskivinnunýskipanin er fyri á løgtingi í dag. Spenningur er um samgongan kann telja upp í 17. Kristin Michelsen er farin av landinum og tí fellur málið um tað kemur til atkvøðugreiðslu í dag. 

Stóra søgan í dag er at Kristin Michelsen hevur clearað við Magna Laksa. Tað vísur seg at tað er tinglimur úr sambandsflokkinum og tískil kann hetta verða við til at tryggjað at málið verður atkvøtt ígjøgnum í dag. 

Hetta hevur fingið sambandsfólk í Norðoyggjum at ressast. 

Norðlýsið hevur haft samband við eina álítandi keldu úr sambandsumhvørvinum sum hevur fingið váttað frá sambandsleiðsluni at tað er Magni Laksáfoss, sum hevur Clear’að við Kristin Michelsen.

Víðari sigur keldan við Norðlýsið at  “Sambandsflokkurin er liðugur í Norðoyggjum um tað vísur seg at clear’að verður við samgonguna í dag.