Sum Norðlýsið skrivaði í gjár, so er tingmaðurin hjá javnaðarflokkinum burturstaddur til tingfundin í dag. Kristin Michelsen hevur annars ikki verið so heitur fyri uppskotinum um sjófeingi. Onnur viðgerð av fiskivinnuuppskotinum er byrjað og Norðlýsið er í løgtinginum og fylgir gongdini. Sum skilst hevur Kristin ”clearað” við Magna Laksáfoss frá sambandsflokkinum. Vit royna at fáa viðmerking frá Magna skjótast møguligt.



