Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristin: – Jónleif má hava sera stutt minni

Jóhann Lützen

Øll tingmanningin og landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum vórðu á fundi í gjár og viðgjørdu hetta málið. Eg undrist stórliga á at Jónleif Johannesen í miðlunum sigur seg einki kenna til málið, sigur Kristin Michelsen

Tað sær út til at fráboðanin hjá Kristin Michelsen fyrr í dag um at hann tekur støðu mál fyri mál á løgtingi, hevur loypt hvøkk á tinglimir hjá Javnaðarflokkinum. 

Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður sigur við in.fo (kl. 15.28) júst nú at hann kendi einki til málið og tískil má venda sær til løgmann at vita hvussu víðari leikur skal fara. 

Til hetta sigur Kristin Michelsen í greiðari talu

– Jónleif má hava sera stutt minnið, tí øll tingmanningin og landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum, tó uttan Rigmor Dam, viðgjørdu mína støðu á fundi ígjár, sigur Kristin Michelsen. 

– Eg gjørdi teimum greitt at støðan á Tvøroyri varð nógv meira alvorlig enn verkafallli, ið nú herjar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Kristin Michelsen í viðmerking til Norðlýsið