Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kristin Michelsen: Meginparturin – helst alt – av menningarkvotunum endar í Suðuroynni

Norðlýsið

Tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum væntar, at allur ella næstan allur parturin av menningarkvotunum fer at enda í Suðuroynni.

Kristin Michelsen hevur sagt fleiri ferðir í løgtinginum í dag, at størsti parturin av menningarkvotunum, sum er 8,5 prosent, fer at enda í Suðuroynni, har Kristin Michelsen kemur frá. Hann hevur sagt, at Suðuroyggin vónandi fær alt, tí tað er bara suðuroyggin, sum livir upp til øll krøvini um at fáa part av menningarkvotunum. 

Nógv kjak hevur annars verið um hesar menningarkvotur undir triðju viðgerð í dag. Og sambært Kristin, so eru hetta kvotir, sum eru ætlaðar til Suðuroynna.