Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kroati til Team Klaksvík

Jákup Ósá

Team Klaksvík styrkir seg til komandi kappingarár við kroata.

Í síðstu viku skrivaðu vit um, at 27 ára gamli serbin, Vuk Stevanovic, hevði gjørt sáttmála við Team Klaksvík. Hann spælir bæði sum miðja og vinstri bakkur. Nú fær Team Klaksvík enn meira styrk til plássini mitt fyri, tí sáttmáli er gjørdur við Valentino Valentaković. Hann er 26 ára gamal, 198 cm høgur og kemur frá Kroatia. Hann spælir sum vinstri bakkur. Hann hevur royndir úr næstbestu deildini í Kroatia og bestu deildini í Sveis.