Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Krúnprinsaparið til Føroya komandi summar

Løgmannsskrivstovan

VITJAN: Tann 23.-26 august 2018 vitjar krúnprinsparið í Føroyum. Krúnprinsaparið og teirra fýra børn koma við kongsskipinum Dannebrog á almenna vitjan í Føroyum næsta summar.

 

Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja oyggjarnar tann 23.-26 august 2018.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður vertur fyri vitjanini. 

Seinni fæst nærri at vita, hvussu skráin fyri vitjanina verður.

Seinastu ferð krúnprinsaparið var á almennari vitjan í Føroyum var í 2005.

Mynd: Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa í Føroyum í 2005. Dimmalætting eigur myndina