Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kunna vit góðtaka 14,58 kr um tíman ?

Atli S. Justinussen

Okkara kæru eldru, mugu fáa betri sømdir

 

 

Og tað mugu tey, sum passa okkara eldru, eisini fáa.

Eg veit um fleiri, sum høvdu vilja passa sínu kæru eldru heima.

Men hetta letur seg ikki gera fyri øll, tí at lønin er undir alt lágmark ! – Lønin er 14,58 um tíman.

Tá tú ert til arbeiðis, at passa okkara edru, so er tú tøkur alt samdøgnið.

TÍ má hendan skipanin broytast, so at eldraøkið fær betri sømdir.

Fyri at fáa tað ígjøgnum, at hækka lønina, so má løgtingslógin broytast.

Hetta er eitt mál, sum løgtingið eigur at fáa samtykt sum skjótast.

Ein avloysaraskipan má eisini setast í verk. Tí sum nú er, so skulu tey, sum passa síni eldru heima, sjálvi finna avloysarar, tá ið man blívur sjúkur.

Tí má ein avloysaraskipan eisini gerast.

 

X Atli S. Justinussen 12.nov.

Varaborgarstjóri