Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kunning til eigarar av fiskiførum í bólki 5

Jóhann Lützen

Útróðrarbátar í bólki 5, t.e undir 15 tons á húkaveiðu skulu ikki søkja um endurnýggjan av fiskiloyvum fyrrenn til ársskiftið, boðar Vørn frá í kunningarskrivi

Vørn fær javnan umsóknir um endurnýggjan av fiskiloyvum frá eigarum av fiskiførum í bólki 5.

Orsøkin er helst, at skipanin, ið var galdandi til 31. desember 2017 var soleiðis, at fiskiárið byrjaði 1. september og endaði 31. august árið eftir.

Hesi viðurskifti eru broytt. Nú eru fiskiloyvini galdandi frá 1. januar til 31. desember. Tí skulu tey, ið hava fingið fiskiloyvi, ikki søkja fyrrenn til ársskiftið