Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KUNNING UM FERÐSLU Á SJÓMANNADEGNUM

John William Joensen

Leygardagin á Sjómannadegnum verður ferðslan í Klaksvík skipað soleiðis:

Ferðslan verður einvegis út eftir Klaksvíksvegi frá Kommunubrekkuni og út til Kelduskákið, har ferðslan verður leidd skal niðan eftir Kelduskákinum og út eftir Bumshamarsvegi, sum báðir eru einsrættaðir.
Einvegis ferðsla er heim eftir Stoksoyrarvegi frá Torvgøtu og heim til Kelduskakið, har koyrt verður niðan eftir Kelduskákinum og út eftir Bumshamarsvegi, sum báðir eru einsrættaðir.