Eins og undanfarin ár verður summaransing skipað í tríggjar samanhangandi vikur. Stovnarnir, sum leggja saman eru: Barnahúsið Margit, Fjallafípan, Blákollan, Dr. Margrethu Barnagarður og Mylnuhúsið.
Leiðarabólkurin hevur í ár avgjørt, at nevndu stovnar fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Kommunan metir, at henda fyriskipan samsvar væl við tann veruliga tørvin, og harvið verður arbeiðsorkan innan økið betur gagnnýtt.
Tilmelding til summaransing fer fram talgilt á klaksvik.fo. Nærri kunning um nær tilmeldingin letur upp, kemur vantandi seinni í vár. Enn er ikki avgjørt, á hvørjum stovni summaransinginin verður í ár.




